Av Jóan Petur uppi í Trøð (tann 16.10.1900, í Fuglaframa).

1.
Ein dekans svongd yvir Chamberlain kom
mót árinum nýtjanhundrað.
Hann sat uppi á eini fjallatrom
so hálur sum nøkur flundra.
So mjúkur og lúnskur um heimin hann sá,
hann vildi alt eta, fyri eygunum lá,
fyrr skuldu kanónirnar dundra.
 
2.
At metta tann mannin stóð ikki til,
í hvat teir so fyri hann settu,
bæði hold og hár, bæði indur og vil,
bæði fólk og lond teir flettu.
Teir førdu úr Danimark egg og smør,
rørdu saman við hveiti av Onglands jørð,
tó føldi hann sær ikki mettu.
 
3.
Úr Kina te, úr Canada kóp,
úr Kimberley diamantir,
úr ymsum londum bæði skav og sóp
— alt veiddu teir lika galantir —
bæði India urtir og blámanna blóð
og hvíting úr Føroyum, men einki forsló,
hvat veiddist um allar kantir.
 
4.
Transvaal, Transvaal! Cecil Rhodes skar í,
Transvaal, Transvaal mín vinur!
Transvaal kann metta í langa tíð
— sit nú ikki har so linur!
Tí har eru skriður og gilini full,
tað yður og raplar tað reina gull
til guinea-ir og zechinir.
 
5.
So samla teir saman í Onglandi fólk
við spjøldrum, riflum og slíðra.
Gott tvey hundrað túsund teir reka í bólk,
mót Afrika teir so stýra.
Teir Boar, sum eiga tað feita Transvaal,
á teimum vilja vit gera gott kál,
so fita vit okkum sum líra.

6.
Nú eru liðin nett trý hundrað ár,
síðan Boarnir landið bygdu,
tann jørð hevur drukkið bæði blóð og tár,
hvat land teir enn sær trygdu.
Fyri Onglandi fingu teir ongastaðs frið;
sum rovdjórið harða, ið ei gevur grið,
teir Boarnar undan sær stygdu.
 
7.
Í átjanhundrað og seks Capetown
frá Boarnum teir tóku
og rendu á teir John Bull og Klown,
millum Hottintottar teir róku,
og haðan til Kaffarnar í Natal
og so til Oranje, men síðst til Transvaal,
alt Boarnir undan óku.
 
8.
Matabela-ríki hitt stóra har
sum múrur mót norðri stendur,
ei longur vegurin opin var.
Sum seyður, ið saman er rendur,
har Boarnir livdu í tvingsil og stríð,
til Gladstone hin gamli slepti teim frí.
Nú sakin alt annarleiðs vendir.
 
9.
Nú skulu teir aftur í trælaband,
tí Chamberlain gullið vil hava,
sum Harrin legði í Boara land,
tað Ongland vil undir seg grava.
Bæði Jamison, Rhodes og Chamberlain
teir brýggja og mjølva sum óðir menn,
hvør mest kann undir seg skava.
 
10.
Men ætlan kann bresta, og hon brast har,
so lætt skuldi ferðin ei ganga.
Fyrst Tugela áin á vegnum var,
um hana var ilt at ganga;
hart Buller hann brølar mót Spion Kop,
men slapp ikki um tann fjallatopp,
og Joubert lat seg ikki stanga.

11.
Hin langi Methuen royndi við
um Modder-ánna at leypa,
men hann fekk pokkurs afturstig,
alt eingilsku bløðini reypa.
Teir skotsku unglingar herjaðu á,
men mangur bar har ikki boðini frá,
hvør fegin sítt lív vildi keypa.
 
12.
Fyri hús og heim, fyri barn og vív
og alt, hvat teir heilagt halda,
teir fámentu Boarar verja sítt lív
og føra ei verjuna fjalda;
men ein móti tíggju nú árið í ring
so væl hava vart seg blóðrodda sting',
tað Albions unglingar galda.
 
13.
Gull altarin bognar av unglinga blóð',
tað fløðir um offurskálir.
Um Chamberlain sjálvur við horni stóð
og taldi upp likam og sálir;
Tað mátti væl rørt ein normalan mann,
men einki sýnist at røra við hann,
enn letist hann líka hálur.
 
14.
Tað Gongurólvs— blóðið tað svíkur teg ei,
tú Krüger í Boara-landi;
væl er hon slitin tín æviskeið,
tó harður hekk yvir tær vandi.
Síðan Turkara-Hunnara-Vandalastrok
hevur fáur í heiminum liðið slíkt ok,
sum tú undir eingilskum bandi.
 
15.
Sum tú títt fólk hevur liðið skarpt,
men fosturlandsalskurin brennur,
við mansins lið stríðist konan hart,
hvar blóðið á vøllunum rennur.
Fyrr letur hon kúlurnar bora sín barm,
enn hon vil lata so hefta sín arm,
tí Albions bandið hon kennir.

16.
Hvat Leonidas áður gav fyri sítt land,
nú Boarnir gera hareftir;
men Ongland tað loysir hvørt posaband,
so gullið á altarin dettur:
milliardir av krónum og túsundtals mans
góðviljugir ofra, men geva ei ans,
hví Chamberlain ikki fæst mettur.

Keldur rætta