Føroyska málið
Av Fríðrikur Petersen. Yrkt 1876.
O móðurmál, stórt er títt fall
úr tínum ærustóli,
fyrr virdu allir teg sum jall
í tínum egna bóli;
tú vart í kirkju Skúvoy á,
teg virdi lágur sum høgur,
teg elskaði Tróndur í Gøtuvág,
Sigmundur og vápnabrøður.
Men tíðin rann, og nýggjan sið
í Føroyum mangir tóku,
og annað mál við tína lið
settu teir stóru og klóku;
teir róku teg av kirkju út
og aftur burt av tingi;
tú mátti liva í sorg og sút -
so hevur lív títt gingið.
Men enn tú gleðir hvønn tann mann,
ið føroyingur vil vera,
og hann teg ongantíð gloyma kann,
men teg í minni bera.
Vær drekkum glaðir tína skál,
og so vár ynskir ljóða:
várt kæra, gamla móðurmál,
hav langa framtíð og góða!
Keldur
rætta- Faroeartstamps. Vitjað tann 8. mars 2011.