Av Súsanna Helena Patursson. Føringatíðindi nr. 16 tann 20. august 1896.

Tað oftani er
mangt undarligt til í hesari verð,
sum eingin kann ætla og ei vita hví
at tað so skal verða, at ynskjuni blíð
ei vilja útganga sum vit ynskja mest,
men heldur sum verst.

Tað fellur so tungt,
meðan hjartablóðið rennur so ungt
og hugurin heilur horva má
til hann, sum eg unti frá fyrst eg hann sá
- tað fellur so tungt at vita við sær:
nú fer hann frá mær.

Hví gjørdi tú tað,
hví hevur tú sagt eini aðrari “ja”,
hví hevur tú so mítt hop burturspilt,
hví lætstú meg fáa í hjartað so illt,
hví lætstú tann tungasta meinin meg ná’
sum nøkur kann fá’.

Eg eri so ring,
eg havi nú fingið tann meinasta sting,
í hjartað er flikað so blóðugt eitt sár,
at grøða tað aftur eingin formár,
tað bætnar ei aftur, nú er tað ov seint,
hví skarstú so meint?

-Tó far tú, far væl,
Gud signi fyri tær dagatal,
hann signi fyri tær allan veg,
ver góður við hana og gloym so meg,
eg syrgi meg til deyða av ekka so móð,
eg var tær ov góð.

Keldur rætta