Fast stóð í fonnum

Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt 1897.

Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi,
svulturin neit nú í mønu og merg,
ørðug var skor yvir blámandi bylgju,
ræsurnar stongdust frá fjalli til berg;
fylgið gav tol, tí tað bilaði ei:
veðrurin prúði, tann slóðarin treysti,
kundi sum fyrr øllum vísa á leið,
enn hann við nakkanum bresti.

Slóðarin bjóðst tó til ótols umsíðir,
fúsur hann var til at bróta sær veg,
oman hann tráar til grønskandi líðir:
"Fylgið mítt, kom nú og ger so sum eg!"
Oman fór alt á ta glerstoyttu skor;
rásin tó ikki gav kleyvunum festi,
samfelt fór alt so í smildur og sor,
týndist sum slóðarin treysti.

***


Mangir av monnum, sum fjalladalsfylgið,
líta á stórdýr so prúð og so klók,
enda sum tað undir brimsøltu bylgju,
hava ei tol til at svølta á rók.
Summi tey durva og falla í fátt,
millum tey stóru og ríku á gørðum,
hugsa sum hini í stórt og í smátt,
síggja við eygum frá øðrum.

Elt ikki altíð sum fyri er slóðað;
sjálvbjargin far yvir land, yvir hav,
maður skal smíða sær eydnuna góða
við teimum evnum, sum skaparin gav.
Gott er við vinum at fylgjast á leið;
ofta í vanda tó vinirnir tróta;
tann sum vil framá, hann gloymi tí ei
sjálvur sær slóðir at bróta.

Keldur

rætta