Av Nólsoyar Páll.

1
Eina so vil eg vísuna kvøða,
hvørki um fýrkantað ella runt,
hvørki um dygdir ella lastir,
men um tær gentur, sum brúka frunt.

2.
Tað var áður í gamlar dagar,
gentur inntóku so mangan glunt,
tó at tær snildirnar vistu tær ikki:
krumsakka ella brúka frunt.

3.
Sikem var seg so vakur ein junkar;
hansara rov var illa unt;
Dinnu kastaði hann ’pá at forføra
tó at hon ikki brúkti frunt.

4.
Fátæka einkja øksini leitar,
sveimar um allan bøin runt;
væl mundi Bóas henni veita,
tó at honn hevði ikki klipt sær frunt.

5.
Gýðingagentan, sum bókin segði,
tó ikki skírd við kirkjufunt,
kongurin hugin á hanna legði,
tó at hon hevði ongan frunt.

6.
Enntá minnist eg væl fleiri,
í tí halga landinum so runt:
ein Kleopatra og Bernissa;
hvørgin av teimum brúkti frunt.

7.
Síðan hongdu tær kýsan á nakkan,
kloddar í kríllin ballaðu runt;
flestar, sum vildu, fingið tá maka,
tó at tær ikki kliptu frunt.

8.
Einsinni tvær gentur komu saman,
snakkaðu tær um alt landið so runt:
dreingir at lova, summar at lasta,
skjóta upp á tær, sum brúka frunt.

9.
Spáa mær systir, segði tann eina,
gev mær títt hjarta orð so sunt:
hvar eri eg vakrari, so sum eg eri,
ella um eg hevði klipt mær frunt?

10.
Frunturin man teg so lítið prýða,
andlitið títt tað er so runt;
betur sámir teimum, sum langleittar eru;
tí búgvist eg at klippa frunt.

11.
Hartil flákrandi kom tann triðja,
skjúrtið og fyriklæðið vavt upp í bunt.
Hví so síðla manst tú koma?
Hevur tú verið og klipt tær frunt?

12.
Nú er verðin so við um vorðin,
fortrotið øðrum og illa unt;
knappliga í spæli nøkur verður tikin,
uttan hon hevur klipt sær frunt.

13.
Draga tey dýnuna ella krumsakka,
reisa tey hjørtu ella dansa tey runt,
summar ganga stakar, fáa ikki maka,
tí tær hava ikki klipt sær frunt.

14.
Tá kom tann fjórða framman undan veggi,
gleið á garði og fell í strunt.
Ilt, segði kellingin, nýtst av bræði;
slíkt vanst tú av at klippa frunt.

15.
Dreingirnir halda sær á teiti:
Handa hevur ikki staðið grunt.
Síggið nú fylgið, ið saman er samlað,
ráðsláa tær og snakka um frunt.

16.
Gentur royna nú listir flestar,
ástareld kveikja sum við lunt,
Sandoyardansin og krumsakk at bresta;
tó royndist best at klippa frunt.

17.
Tí ganga gentur í dansistovu,
leika við dreingir hvørt heiligkvøld runt;
gerandisdagar tær geispa og sova,
uppstroknar og sum brúka frunt.

18.
Summar vilja vera við tað gamla,
hárið í kýsan balla runt;
fortrot uppá aðrar so munnu tær dríva,
sum hárið bera leyst og brúka frunt.

19.
Summar ganga við kambi í hári,
krúlla tað væl í llættum runt;
men tað er mótin hjá teim flestu:
niðursligið hár og brúka frunt

20.
Lat tær nú apa seg, sum tær vilja,
lat tær nú brúka allar mótarnar runt!
Breiðar líningar og frynsar um herðar
sømir best teimum, sum brúka frunt.

21.
Fruntatáttur er at enda,
rundan er um gólvið runt;
ein siður upp og annar niður:
tí hoyrist ikki longur um frunt.

Keldur

rætta