Heimið
Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt 1878.
Føroyingar, sum her nú koma saman,
latum okkum brúka forna mál,
setið tykkum niður her við gaman,
drekkið allir glaðir Føroya skál!
Latum okkum minnast landið kæra,
sum jú okkum øllum dámar væl,
latum okkum høgt teir gomlu æra,
okkum tað til frama verað skal.
Har meg móðir bar á mjúkum armi,
har eg lærdi grulva, stetla út,
lítið visti eg av neyð og harmi,
tí eg eftir Føroyum beri sút.
Altíð má eg tað í minni bera,
um at landið ei er stórt og gott.
Hvat á jørð kann meiri herligt vera
enn ein føroysk miðjansummarnátt?
Har, sum títlingur og snípur láta
millum blómur við so góðan frið,
vakurt spæla má smálambið káta,
væl tað trívist undir móður lið;
har hin lítla vakra áin hastar
lystiliga oman gjøgnum gil,
millum mangar stórar klettar fastar
hon tó altíð havið finna vil.
Mangur útlendskur, eg hoyri, sigur:
“Har er bara grátt út yvir grátt.”
“Slíkt,” teir halda, “doyvir sinnið niður,
regn og mjørkið kann ei gera gott.”
Men soleiðis ei teir ungi blíva:
bylgjan blá og fjøllini so brøtt
kunna ungar piltar væl upplíva,
gera teimum fót og hjørtu løtt.
Lítið ansast regn og aldubrotið,
tá ið blóðið rennur heitt og lætt;
væl man nytta monnum vaðmalskotið,
sum tær ungu moyggjar virka rætt.
Hvat er væl eitt lív við ongum stríði?
Sum ein máni fyri uttan ljós!
Vakrast skínur sól á grønar líðir,
tá ið ælið freka fór sín’ kós.
Fuglar, sum við fjallatindar byggja,
hvønn ein vetur fara yvir sjógv;
hvørt eitt vár teir munnu aftur hyggja
til tað reiður, sum teir elska nógv.
Dimmið finnur fugl á síni hillu,
tó hann víða fer um sund og fjørð;
okkum lærir jú tann fuglur villi:
heimið er tað besta stað á jørð.
Keldur
rætta- Faroeartstamps. Vitjað tann 8. mars 2011.