Hvat kan røra hjartastreingir

Eftir Fríðrik Petersen. Yrkt 1878.

Hvat kann røra hjartastreingir?
Hvat kann reystar gera dreingir?
Tað er móðurmál.
Hvat kann teg í sorgum troysta?
Hvat kann tendra gleðineista?
Tað er móðurmál.

Hoyrið brim um strendur brúsa!
Hoyrið storm í fjøllum súsa!
Tað er Føroya mál.
Hoyrið foss á klettum spæla!
Hoyrið dvørg í homrum tala!
Tað er Føroya mál.

Hoyrið jarma lambið káta!
Hoyrið fugl í haga láta!
Tað er Føroya mál.
Hoyrið fyri veiði góða
takkarsong frá bátum ljóða!
Tað er Føroya mál.

Hoyrið dans í stovu ganga!
Hoyr um kappar kvæðið langa!
Tað er Føroya mál.
Hoyr við grúgvu mannin gamla
børn um fornar søgur samla!
Tað er Føroya mál.

Tú mást bæði úti og heima
dýrt sum reyðargullið goyma
væl títt móðurmál.
Djúpt í tínum egna barmi,
bæði í gleði og í harmi,
ljóði Føroya mál.

Keldur

rætta