Kópar eru av fyrstu tíð komnir av fólki, sum hevur sjálvt stoytt sær oman og forkomið sær á sjónum. Eina ferð á hvørjum ári, og tað er trettandu nátt, sleppa teir at lata seg úr bjálvunum, og eru tá líkir øðrum menniskjum. Teir hava tá til gamans at dansa og spæla á manna vísi á hellunum í fjøruni og inni í látrinum.

Nú gongur søgnin, at ein drongur á sunnara garði í Mikladali hevði frætt hetta, at kóparnir komu saman trettandu nátt í einum látri stutt frá bygdini. Hann fór tí um kvøldið har oman at forvitnast um, hvørt tað mundi vera satt ella ikki, ið sagt var frá hesum.

Hann krógvaði seg undir einum steini frammanfyri látrinum. Eftir sólsetur sær hann fult av kópum koma svimjandi hagar. Tá ið teir vóru komnir á land, fóru teir úr húðunum og løgdu tær frá sær har á helluna í fjøruni, og líktust teir nú rættuliga øðrum fólki.

Mikladalsdrongurin hevði gaman av at hyggja at hesum undan klettinum, har hann lá fjaldur. Nú sær hann eina ta fagrastu og fríðastu gentu koma úr einum kópahami, og honum rennur straks týður til hennara, og hann ansaði tí væl eftir, hvar hon legði ham sín har stutt frá honum. Drongurin fer nú loyniliga hagar, tók húðina til sín og fjaldi seg so aftur undir steininum.

Kóparnir dansaðu og stuttleikaðu sær alla náttina, men tá ið tók at lýsa av degi, fór hvør aftur í sín ham. Men kópagentan, sum áður var nevnd, fann ikki húð sína aftur og gekk og sóknaðist eftir henni og fór at láta illa og gremja seg eymliga, tí at tá var náttin umliðin og komið um sólarris. Men fyrr enn sólin reis úr havi, fekk hon tev av húðini hjá Mikladalsdronginum og mátti tí leita til hansara eftir henni. Hon bað hann nú so bønliga og við nýtum orðum geva sær aftur hamin, men hann vildi ikki lurta eftir henni og fór niðan kleivina til hús, og hon mátti fylgja honum eftir húðini, ið hann bar við sær.

Hann tók hana nú til sín og livdu tey væl hvørt hjá øðrum sum onnur hjún. Men altíð mátti hann vera varur um ikki at lata hana sleppa at húðini. Hann goymdi hana tí í kistuni, læsti ramliga fyri og gekk samt við lyklinum á sær.

Ein dagin var hann útrógvin, og sum hann sat har úti á havinum og dró ein fisk, kom hondin at bera við beltið, har lykilin var vanur at hanga. Tá varð honum dátt við, tí at hann ansaði nú fyrstani eftir, at lykilin var gloymdur eftir, og hann rópaði við sorg og sút:

“Í dag verði eg konuleysur!”

Allir drógu upp og settust við árar at rógva sum skjótast heim aftur.

Tá ið Mikladalsmaðurin kom inn til sín, sær hann, at konan var horvin, men børnini, tey áttu saman, sótu kvirr eftir. Fyri at onki skuldi verða teimum at meini, meðani tey vóru einsumøll inni, hevði hon slókt eldin á grúgvuni, goymt knívar og alt hvast undir lási. Tá ið hon hetta hevði gjørt, var hon lopin oman til strandar, farin í húðina og hevði kastað sær í sjógvin.

Hon hevði funnið lykilin, tá ið maðurin var farin til útróðrar, læsti upp kistuna og sá har hamin liggja og kundi ikki stýra sær longur. Haðani er orðtakið komið: “Kann ikki ráða sær heldur enn kópur, tá ið hann sær húðina.”

Í tí sama hon leypst á sjógvin, kom brimilin, sum áður hevði lagt saman ástir við hana, upp við liðina hjá henni, og svumu nú tey bæði haðani. Øll hesi árini hevði hann ligið har og bíða eftir opnu síni.

Tá ið børnini, hon átti með Mikladalsmanninum, komu oman í fjøruna, sást kópur standa fyri landi og hyggja at teimum, og allir hugsaðu, at tað mundi vera hon móðir teirra.

Soleiðis lupu mong ár fram eftir, at onki er at siga frá bóndanum á sunnara garði ella børnunum við kópakonuni.

Men so varð eina ferðina, at Mikladalsmenn ætlaðu sær á látur at sláa kobbar. Náttina frammanundan kom kópakonan í dreymum fyri bóndan og sigur við hann, at um so varð, at hann fór á látur við hinum, tá skuldi hann vita, at ikki máttu teir drepa brimilin, ið stóð frammanfyri látrinum, tí at hann var maki hennara. Og tveimum kobbahvølpum, sum lógu innast í látrinum, máttu teir eira, tí at tað vóru synir teirra, og segði hon honum frá, hvussu teir vóru litaðir.

Men bóndin gav ikki hesum dreymi gætur, hann fór við hinum Mikladalsmonnunum á látur, og teir drupu allar kóparnar, ið inni vóru. Við býtið fekk bóndin í sín lut brimilin allan, lállur og fitjur av hvølpunum. Til nátturðar høvdu tey kókað høvdið, lállurnar og fitjurnar, og tá ið var upp úr lagt, hoyrdist brestur og mikið brak, og kópakonan kom tá sum tað ljótasta trøll inn í roykstovuna, snoddaði í trogunum og rópaði av illum huga:

“Her liggur hánæsaður av kalli, hond Háreks og fótur Fríðriks – hevnt er og hevnt skal verða hjá Mikladalsmonnum, og skulu summir sjólátast, og summir falla fyri bjørg og bláar skorir, og skal tað halda við, til tess so mangir eru burturgingnir, at teir kunnu halda hvør annan í hond og fevna um alla Kallsoy”.

Tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon út aftur við miklum gnýggi og duni og sást ikki meira.

Ikki hevur verið so sjáldan, tí verri, at frætta skaðatíðindi úr Mikladali, at menn eru fallnir í bjørgunum, tá ið teir hava farið til bjargar at fygla ella fleyga, ella verið á fjalli eftir seyði. Talið hevur ikki verið fullt enn, so at teir, sum burtur eru gingnir, røkka at fevna um Kallsoy.

Kópakonan úr Skálavík Við Skálavík í Sandoy er látur, sum eitur í Bláfelliskúti, og um tað er sama søgnin, sum her framman undan er sagt frá.

Tróndur og Niklas, faðir og sonur, vóru fyrstir menn, sum reistu búgv har í býlinginum á Hamri. Demmus (Nikodemus), sonur Niklasar fór trettandu nátt á látrið, tók hamin, sum ein vøkur opna hevði smoygt sær úr, fór heim við kópahúðini, og opnan elti hann. (Aðrir siga, at pápi Demmusar bar kópakonuna heim). Hann læsti húðina í kistuna og hevði lykilin fastan í buksukvaranum. Ein dagin var hann á útróðri og var farin í aðrar brøkur, og hevði ikki minst til at flyta lykilin yvir í tær, og so var hann konuleysur. Tá ið hann kom heim av havi, stóð konan sum kópur við skersoddan úti fyri bygdini. Har í Skálavík nevnast menn, sum telja ættarlið frá kópakonu.

Úr: FÆRØSK ANTHOLOGI av V. U. Hammershaimb, København 1891.