Kvæði til Føroyar

Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt 1879.

Mítt vakra heim høgt móti norð
í havinum man finnast;
har lærdi eg tað dýra orð,
sum altíð eg vil minnast;
tað er tað dýra Føroya navn;
frá vøgguni til síðstu havn
tað skal mín fylgja vera.

Har veksur ikki eik og fur,
ei búnast hveitiakrar,
men har við bjørg og gráu urð
tú finnur vøllir vakrar;
har grasið vakurt grógva man,
sum seyðin væl uppala kann,
so har fulvæl hann trívist.

So ógvuliga aldur har
ímillum oyggja fara,
nógv livandi tú ferðast sær
ímillum sker og tara;
og fuglarnir um summartíð
við fjørð og sund og bratta líð
ta deyðu jørð upplíva.

Ímeðan grasið vakurt grør,
og sjógvurin hann brúsar,
eg elski mína móðurjørð
og alt tað, sum hon húsar,
so leingi heitt mítt hjarta slær,
í Føroyum vil eg ynskja mær,
tí her er gott at vera.

Keldur

rætta