Av Rasmus Christoffer Effersøe.

Blóman bar blöðini mjöllhvít kring sólgula eyga — Baldurs-brá, skapt til at blíðka menniskjans huga;
systrar hon átti, prýddar í óskornum stakki, so fríðar at skoða;
summar sær læntu bjartasta avglans av sól, sum roðandi sökkur í kavið,
aðrar í litinum bóru sær prís fram fyri reinastu várluft og djúpbláa havið.

Heysttíðin herjandi kemur, tá fölnar alt fagurt av foldum,
liljur og litfríðar rósur mata brátt maðkar í moldum.
Sat tá, óansað av öllum, sum flagsa frá blómu til aðra,
duld millum fölnandi blóð, fruktin, sum skapt er til leingi at vara.

Vermandi vársól vekjur upp fræið til verðandi vöxtur at spíra;
vísmonnum væl er tað kunnugt, teir vita jú »lóg, sum man verðini stýra«.
Spyr teir: hvör gjördi ta lóg? hvör ræður við fornastu rúnum?
Svara teir ei, so spyr tú barnið, sum stetlar í túnum.
 
Gátuna hevir tú gitna, um kærleikin vermir títt hjarta.
Gleð teg við blóming, við lívið og ljósið tað bjarta;
gleð teg, tí nakað tú eigir, gjört til at vara um aldur og ævir;
gleð teg, tí ein er, sum lógina gjördi og enn yvir lógini ræður.