Av Jens Christian Djurhuus (Sjóvarbóndin).

1.
Gevið ljóð og lýðið á,
leggið væl í minni,
meðan eg kvøði um mannin tann,
í Lorvík búði á sini.

Havið nú frið um Lorvíksfjall
fallið so væl í rím,
kátur leikar folin
undir saðilin sín.


2.
Páll hann búði í Lorvík inni,
so siga gamlar søgur,
hárið var sum avsetur,
búnýti prýddi høvur.

3.
Grefligur í andlitsskapi
rætt sum sjálvur hin versti,
hálslangur og holdligur,
hans høvur við herðar festi.

4.
Rundar herðar og langur ryggur,
fast við breiðum rassi,
lær og bein var øgiligt,
so reystur var tann knassi.

5.
Árla var um morgunin,
tók fyri dag at tynna.
"Nú lystir meg til Velbastaðar
Ellinda at finna."

6.
Hann fór í ta stúkuna,
kvarðað var við bláum,
morreyðar kubbar á skøvningar dregur,
spunnir við trimum tráðum.

7.
Tað var tá, sum ofta er enn,
neyð í krambúð var,
tekur upp klút av bátsmanslørifti,
bindur um háls á sær.

8.
Hann fór í tær brøkurnar,
klokkuskornar vóru,
grovar tær í verki eru,
dregur á tjógv tey stóru.

9.
Bindur hann um seg slíðraband
fast við brøkur svartar,
stórur knívur í svørtum slíðrum
við vinstru síðu dartar.

10.
Gráar hosur og kálvskinsskógvar
Páll á føtur dregur,
hvar ið hann til ferðar býst,
hann ei á beinum svevur.

11.
Smoyggir hann seg í sjóstúku,
reyðan hevur hann svíra.
"Hesa somu sjóstúku,
fekk eg frá Gunnari dýra."

12.
Páll hann etur sín morgunmat,
brúkti gamlan sið,
drýl og forna garnatálg
át hann afturvið.

13.
Hvar í Páll í túni gongur,
reisur ella trummar,
gitin man vara fótur hans,
hann stóð væl fimtan tummar.

14.
Trettan vóru pørini,
til havnar skuldu fara,
keypa við og brennivín
og aðra handilsvaru.

15.
Stingur hann pør í klæðsekk niður,
prukku tekur í neva,
so mundi reysti Lorvíks-Páll
mót Lorvíksfjalli streva.

16.
Páll hann gekk um Lorvíksfjall,
skjótt man vegur líða,
tá ið hann kom til Norðragøtu,
hitti hann konu blíða.

17.
Konan gav honum mjólk at drekka,
Páll við stampi tekur,
lokkar, flugur og húsvætti
so tjúkt í stampi rekur.

18.
Páll hann tók við stampinum,
hann drakk tann drykkin stíva,
hár var fjórða kryddarí,
hann læt í kíkin dríva.

19.
Páll hann gekk frá Norðragøtu,
eftir sandi man ragga,
so skvaggar mjólk í vomb á honum
rætt sum vatn í kagga.

20.
Páll hann gekk um gjónna yvir,
prukkan skramblar á gróti,
gekk so yvir til Syðrugøtu,
bóndans hús ímóti.

21.
Bóndin var bæði blíður og týður,
beyð honum sess at sita:
"Hvat er títt á ferðini,
tað skalt tú lata meg vita!"

22.
"Væl livir fólk í Lorvík inni,"
Páll hann svarar av palli,
"eg fann vøttir og kollhúgvu
uppi á Lorvíksfjalli.

23.
Eg ætli mær til Havnar suður,
tað er mín ferð tann fyrsta,
so fari eg til Velbastaðar
Ellinda at gista."

24.
Bóndin gav honum kjøt at eta,
tað var mikil frøi,
um enn hann hevði borið grót,
hann hevði ikki kent til møði.

25.
Páll hann steig frá borði upp
fyri mat at takka,
síðani tók sær prukku í hond
og víðari fram at flakka.

26.
Páll hann gekk eftir Hólheygum,
hart man fótur trampa,
lotið aftan undan honum
mundi so illa dampa.

27.
Páll hann gekk móti Glyvrum út,
mundi væl vegin ansa,
altíð harðna hvirlurnar
aftan undan skansa.

28.
Páll hann heilsar glyvramonnum,
stórar hevur hann hendur:
"Himmiríkis kosnir verði tit,
flytið meg yvir á Strendur!"

29.
Tað var játtað skjótt og brátt,
áðrenn hálvtalað var orðið,
mannaður bátur av Glyvrum fór,
tríggir í hvørt borðið.

30.
Fluttu teir hann um fjørðin yvir,
skjótur var tann róður.
Páll hann stígur á landið upp,
hann tykist at vera móður.

31.
Páll hann stendur á Strandalandi,
hugsar um tey ráð:
"Eg skal gista hjá Ertnabúki,
standist hvat av, ið má."

32.
Páll hann gisti hjá Ertnabúki,
so er sagt ífrá,
fisk fekk hann til nátturða
og súpan omaná.

33.
Páll hann drakk ta súpana,
tykist møði renna,
sterkan mundi hann landsmakkin
av skrindusúpan kenna.

34.
Tað var um ein annan dag,
ættin lá á norði,
sláturmørur og køka til,
tað var sett á borðið.

35.
Páll hann át tann sláturmør,
væl mundi mørur smakka,
síðani steig frá borði upp
fyri mat at takka.

36.
Páll hann fekk teir flutningsmenn,
so sigst í hesum tátti,
mannaðu bát úr Sjóvarstøð,
sum Greivin sjálvur átti.

37.
Seglið dúkar, báturin rennur,
árar leika í tolli,
skjótt varð gjørt við ferðini,
sum væl man dáma Pálli.

38.
Settu teir hann í Akkersvík,
Páll á landi stendur:
"Berið tit mína blíðu heilsu
inn aftur á Strendur!"

39.
Páll hann gekk av Hvítanesi,
hevði ei føtur lavnar.
Sveittin rann av andlitinum,
tá ið hann kom til Havnar.

40.
Páll hann gekk til hosnamannin,
honum pør at rætta:
"Hevði tú slept mær av við tey,
tað var mær ein góður lætti!"

41.
Tikin vórðu pørini,
væl tykist Páll at liva,
so fór hann til bókhaldaran,
vørur út at skriva.

42.
"Skriva mær nøkur handilsborð,
tubbak og farging bláa."
Bókhaldarin ristir við høvdinum:
"Tað er ikki her at fáa."

43.
"Skriva mær pott av brennivíni,
hamp og nakrar nævur!"
Bókhaldarin ristir við høvdinum:
"Tú fært tað ikki, mín maður!"

44.
Ilskaðist nú Lorvíks-Páll,
ikki var vanur at fíra:
"Skamm og last í heilarnar,
sum hesum handli stýra!"

45.
Ilskaðist nú Lorvíks-Páll
við sínum breiða brósti:
"Ikki er tað verri vorðið
norðri í Lorvíks køsti."

46.
Svaraði ein av dragarunum,
svull hevði hann á tánni:
"Tað besta fer úr krambúðini,
meðan skipið liggur á vágni."

47.
Páll hann snúðist í krambadurum
við sínum ónda sinni:
"Er her nakað skonrugsbreyð
í krambúðini inni?"

48.
Krambakallur í tunnu tekur,
niður í at hyggja,
sær hann nakrar skonrugsmolar
niðri á botni liggja.

49.
Helvtin var av músaskarni,
Páll í tí man raka:
"Hvat man Nimfur keypmaður
fyri músalortar taka?"

50.
Til tað svaraði ein havnarkona,
livir bert við meldur:
"Páll fekk ikki tann fyrsta skitt,
í krambúðini varð seldur!"

51.
Svarar ein onnur havnarkona,
við sínum andliti gráa:
"Fleiri krambúðir eru í Havn,
og har er meir at fáa.

52.
Fimtan eru krambúðirnar,
tær eru allar betri,
tær eru hjálp hjá mongum manni
bæði vár og vetur!"

53.
Páll hann gekk tá heim í Havn,
drakk sær fullgott rús:
"Ikki gisti eg í nátt
fyrr enn í Ellinds hús."

54.
Páll hann gekk eftir Bryggjubakka,
tá var fótur lættur,
búnýti niður á øðrum vanga,
rætt sum danskur hattur.

55.
Páll hann gekk til Velbastaðar,
nú man ríman falla,
gekk so inn hjá Ellindi
á Steinum, sum tey kalla.

56.
Ellindur stóð mót honum upp,
bæði blíður og glaður:
"Ver vælkomin, Lorvíks-Páll,
mín gamli bønarmaður!"

57.
"Eg havi gingið allan dag,
vegurin var so langur,
væl veri tær nú Ellindur,
nú er mín búkur svangur."

58.
Potturin yvir eldi hekk,
fullur var av kjøti.
Páll hann fekk ein hálvan drýl,
hann settist at sleikja fløtið.

59.
Síðan kjøtið kókað varð,
borið inn á fati,
tyggir fast og svølgir títt,
tað vóru ravnalæti.

60.
Síðani hann at sova gekk,
vítt man munnin tenja,
so leikar undir áklæðum,
rætt sum hundar grenja.

61.
Tað var um ein annan morgun,
teir í arbeiði stóðu,
komu teir í bardagar saman,
fast av miklum móði.

62.
Bardust teir um bøin oman,
læti høvdu av trølli,
jørð stóð upp um øklaknútar
á tí harða vølli.

63.
Bardust teir um bøin oman,
hvørgum stóð til falla,
settu sínum bardøgum
oman móti Halla.

64.
Bardust út av bakkanum,
Ellindur komst undir,
brakaði hvørt eitt bein í honum,
háls og heysur sundur.

65.
Eg kann ikki kvøða meir,
tí eingin vil meg læra.
Bóndin misti har sítt lív,
háls og heysin harða.

Keldur rætta