Unknown author. Recorded by V.U. Hammershaimb in 1848.

1.
Magnus kongur av Noregi
bæði ríkur og reystur,
hann gav sína onkadóttir
inn í eitt nunnuklostur.

Sótu tey syskin tvey í tann grøna lund,
Sum fagurt tjald neig úti við Oyrarsund.


2.
Tá íð hon hevði í kloystri verið
mánaðirnar tvá,
tá lystir frúnna Margretu
sín faðirs garð at sjá.

3.
Tá í hon hevði í kloystri verið
mánaðirnar tríggjar,
tá lystir frúnna Margretu
Sín faðirs garð at síggja.

4.
Tað var frúgvin Margreta
skuldi ganga heim,
mætur var sá edilingur,
íð henni møtir á leið.

5.
Hann reiv av henni stakkin
niður úr hvørjum geira,
gullband um hennara herðar lá,
hon hevði ikki eftir meira

6.
Hann reiv av henni stakkin
so hennar silkiserk,
til hann hevði vunni henni
tað syndar neyðsinsverk

7.
Nú hevur tú rivið míni klæði sundir,
gjørt mær last og skam:
eg biðji teg fyri tann hægsta gud
tú sig mær nú títt navn

8.
Magnus kongur er faðir mín,
frú Gertrud er mín móðir,
Òlavur eri nevndur sjálvur,
Eg vóx upp á skógum.

9.
Er Magnus kongur faðir at tær
frú Gertrud er tín móðir:
undarlig eru dømini,
tú ert mín egin bróðir.

10.
Far teg aftur, frú Margreta,
í tín klosturstein,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú títt mein!

11.
Far teg aftur, frú Margreta
í tína klosturborg,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú tina sorg!

12.
Aftur fór frú Margreta
í sín klosturstein,
ongari segði hon nunnu frá,
so væl bar hon sítt mein.

13.
Aftur fór frú Margreta
í sína kloysturborg,
ongari segði hon nunnu frá
so væl bar hon sína sorg

14.
Kongurin letur veislu gera,
eina á hvørjum heysti
býður hann øllum nunnunum
út av Mariu kloystri

15.
Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi skuldu fara,
uttan frúgvin Margreta,
Hon mátt heima vera

16.
Glaðar vóru nunnurnar,
í gildisstovu gingu inn,
ríkur situr Magnus kongur,
hann saknar dóttir sína

17.
Hvar er mín dóttir av sóttum sjúk,
ella hevur látið lív,
hví går hon ikki í gildið inn
sum anna lystugt vív?

18.
Hvat er mín dóttir av sóttum sjúk,
ella hevur givið upp ond,
hví går hon ikki í gildið inn
sum onnur liljuvond?

19.
Allar sótu nunnurnar,
eingin tordi tala,
uttan hin illa abbadissa,
sum betur hevði tagað.

20.
Ei er tín dóttur av sóttum sjúk,
ei hevur hon látið lív,
hon gár seg við barninum
sum annað listugt vív.

21.
Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,
ella hevur givið upp ond,
hon gár seg við barninum
sum onnur liljuvond.

22.
Eingin hestur í ríkinum
kongin bera mátti,
uttan hin eini apalgrái,
sum abbadissan átti

23.
Enntá var tað Magnus kongur,
heim í garðir fór,
úti hans sæla dóttir
fyri honum stóð

24.
Ver vælkomin, mín sæli faðir,
higar nú til mín,
drekk nu hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín.

25.
Lítið er mær um mjøðin tín
allvæl minni um vín,
sig mær skjótt og skundiliga:
hvør er faðir at barni tínum?

26.
Fyrr vil eg í Jesu navni
her láta mítt lív,
fyrr enn eg tær segi
barnafaðir mín.

27.
Fyrr vil eg í Jesu navni
her láta mítt and,
Fyrrennn eg tær segi
mín barnafaðir for sann.

28.
Enntá var tað Magnus kongur,
sló tá hurð í gátt,
tað kom honum síst í hug
at siga henni góða nátt.

29.
Tá í hann hevði riðið
eina so lítla stund,
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í lund

30.
Tá íð hann hevði riðið
eina so litla leið
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í stein

31.
Tá hom honum tað í hug
at leggaa eld í stein,
at brenna inii frú Margretu
tí hon var heima ein

32
Ólavur kemur av skógvi heim
við so mangan mann:
hann sær heima í faðirs garði,
hvar kloystursteinurin brann

33.
Òlavur kemur av skógvi heim
bæði troyttur og móður,
hann sløkti tann heita eld
við sínum hjartablóði

34.
Tóku tá bæði systkini,
sveipaðu í ein dúk;
vísir lógu teirra vegir
til himnakongsins út.

Keldur rætta

  • Hammershaimb, V.U. Færöiske kvæder, Volume 1. Keypmannahavn (1851). (toekum-laett.fo (.doc). Vitjað tann 9. mars 2011.)