Regin smiður
Regin smiður. Bb
rætta1.
Viljið tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar,
harum vil eg røða.
Viðgangur
- Grani bar gullið av heiði,
- brá hann sínum brandi av reiði,
- Sjúrður vann av orminum,
- Grani bar gullið av heiði.
2.
Viljið tær nú lýða á,
so er mær greint ífrá,
Buðlin kong og Gunnar kong,
eg kvøði um báðar tá.
3.
So glaðiliga drukku
teir síni jól,
sámiliga settu teir
sín tignarstól.
4.
Sigmundur var
ein jallsins son,
lovar hina ungu Hjerdis,
hon var hans kona.
5.
Ófriður gekk
á ta heilu høll,
manniliga vardu teir
tá Buðla kongins fjøll.
6.
Ófriður gekk á
eystur á strand,
manniliga vardu teir
tað Buðla kongins land.
7.
Riðu teir í bardøgum,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjerdis
bæði við sorg og mein.
8.
Stendist tað av bardøgum,
lótu teir sítt lív,
eftir livir Hjerdis,
Sigmundar vív.
9.
Tað var frúgvin Hjerdis,
hon akslar kápu blá,
so gekk hon í garðin tann,
sum Sigmundur lá.
10.
”Liggur tú her, Sigmundur,
søtin mín,
eg man vera í sorgartíð
komin at vitja tín.
11.
Hoyr tað, Sigmundur
søtin mín
eru tey nakað grøðandi
sárini tíni?"
12.
"Seint manst tú, Hjerdis,
fáa til tess ráð
gera tey smyrslini,
ið grøða kunnu míni sár.
13.
Sundur gekk mítt svørðið,
sundur gekk mítt spjót,
Hundsins synir
riðu mær ímót.
14.
Hundsins synir
skaðan gjørdu mær,
eitur var í svørðinum
teir bóru at mær.
15.
Tá ið eg tað fyrsta
sárið fekk,
sundur mítt svørðið
tógva lutir gekk.
16.
Tá ið eg fekk tað
annað sár,
innarlaga at hjartanum,
ið hyggja av tí gár.
17.
Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smíði at goyma
unga soni okra.
18.
Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.
19.
Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa hesar
svørðslutir tvá.
20.
Tað, ið tú hevur í vónunum
tað er sveinsbarn,
ven tað væl við ærum upp,
og gev tí Sjúrðar navn.
21.
Eg fái ikki, Hjerdi,
snakkað longur við teg,
tí tað er mín deyðastund,
ið komin er á meg."
22.
Grátandi snúðist Hjerdi
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni hjá.
23.
Allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni við,
tað var frúgvin Hjerdi
hon fell í óvit niður.
24.
Tað er enn, sum oftum var tá,
tað kom til so brátt,
jallin søkti helsótt
á teirri somu nátt.
25.
Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.
26.
Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan
27.
Tað er enn, sum oftum var tá,
duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føddi ein ungan svein.
28.
Sveipar hon hann í klæði rein
tá hann kom í heim,
Sjúrða bað hon nevna
tann gæviliga svein.
29.
Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.
30.
Hann veks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meiri veks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
31.
Hann veks upp hjá síni móður,
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið meistarin kjósa vildi.
32.
Hann veks upp hjá síni móður,
tann tíguliga mann,
Hjalprekur kongurin
fostraði hann.
33.
Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meingi.
34.
Hann var seg á leikvølli
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.
35.
Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
"Líkari var tín faðir at hevnt,
enn berja os so stórum."
36.
Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
"Líkari var tín faðir at hevnt,
enn berja os so sára."
37.
Sjúrður kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá hann hoyrdi sín faðirs deyð,
hann sortnaði sum ein mold.
38.
Hann kastaði svørð og herklæði,
hann lysti ei longur at leika,
so gekk hann for sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.
39.
Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá,
varð mín faðir við váknum vigin,
ella doyði hann á strá?”
40.
”Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
Hundins synir
ið tín faðir vá.
41.
Hundins synir
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av teim fár.”
42.
Sjúrður svarar síni móður
alt tað sum hann kann:
"Ofta veksur í ungum rakka
hvassar tenn í rann.
43.
Sjúrður svarar síni móður
alt tað sum hann kundi:
"Ofta veksur í ungum rakka
hvassar tenn í munni."
44.
Hjerdi veit sær
eina breyt,
læsir upp ta kistuna,
full er innan við skreyt.
45.
Hon læsir upp ta kistuna,
full var við gull og fæ,
hon tók upp ta skjúrtuna
og kastar honum á knæ.
46.
Hon tók upp ta skjúrtuna,
øll var í blóði drigin:
”Her skalt tú síggja tey herklæðir,
hvarí tín faðir er vigin.
47.
Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smíði,
eitt annað svørð at slá.
48.
Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.
49.
Regin smiður býr fyri
handan á,
honum skalt tú fáa hesar
svørðslutir tvá.
50.
Gakk tú teg at fossinum,
kasta stein í á,
tak so tann av hestunum,
ið ikki víkir frá!"
51.
Hann tók tann av hestunum,
ið ikki víkti frá,
um varð hann kallaður,
hann eitur Grani grá.
52.
Sjúrður klæðist í síni song
eini morgun snimma:
„Nú lystir meg yvir um á
Regin smið at finna.“
53.
Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
hann tók sær jarn í hand.
54.
”Ver vælkomin, Sjúrður,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!”
55.
”Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.
56.
Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
vita tað, reystur Regin smiður,
eitt annað svørð út slá.
57.
Smíða skalt tú mær svørðið
virðiliga væl,
bæði skal eg vega við tí
jarn so sum stál.
58.
Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarn so sum stein.”
59.
"Hoyr tú, snari Sjúrður,
tú ert mær so kærur,
dvølst tú nakað úr ríkinum,
ver í nátt hjá mær!"
60.
"Eg fái ikki, Regin smiður,
dvalst her hjá tær,
Hjalprekur saknar mín
úr hásæti frá sær."
61.
Regin gongur at sterkum stiðja,
leggur jarn í eld,
tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð.
62.
Tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var snari Sjúrður
riðin har á ferð.
63.
Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði
hann tók sær svørð í hand.
64.
"Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær hvørki hjarta ei hug’
tú verður til víggja før.
65.
Smíðað havi eg svørðið
virðiliga væl,
bæði skalt tú vega við tí
jarnið so sum stál.
66.
Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarn so sum stein."
67.
Sjúrður gongur at sterkum stiðja,
høggur við ein fart:
”Sundur mítt svørðið
í tógva lutir brast.
68.
Deyðan ert tú, Regin smiður
av mær verð,
at tú hevur svikið meg
í váknargerð.
69.
Smíða skalt tú mær annað,
skal tað verða so,
hoyr tað, reystur Regin smiður,
lív skalt tú ei fá.”
70.
”Smíði eg tær annað,
verður tað ikki so,
hjartað úr orminum
tað leggi eg treytir á.“
71.
Regin gongur at sterkum stiðja,
leggur jarn í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð.
72.
Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var snari Sjúrður
riðin har á ferð.
73.
Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
hann tók sær svørð í hand.
74.
”Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær hvørki hjarta ei hug,
tú verður til víggja før.
75.
Smíðað havi eg svørðið
virðiliga væl,
bæði kannst tú vega við tí
jarn so sum stál.
76.
Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði kannst tú vega við tí
jarn so sum stein.”
77.
Sjúrður gongur at sterkum stiðja,
leggur svørðið til,
sundur kleyv hann stóra stiðja
standandi niður.
78.
Sjúrður gongur at sterkum stiðja,
høggur við ein fart,
hvørki mátti røkka ei støkka,
so var svørðið hart.
79.
Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
orna tók hans blóð,
hann kleyv sundur stóra stiðja
niður á hallargólv.
80.
Vá hann ormin giltum upp,
annað so sum tá,
Gramm kallaði hann svørðið,
á hallargólvi lá.
81.
”Hoyr tú, snari Sjúrður,
tú ert so rask ein mann,
hvar stendur tín ferðin,
og hvar ríður tú fram?”
82.
"Fyrst ríði eg í randargný
Hundins synir at vinna,
síðan aftur á Glitraheiði,
tað fýsir meg minna.“
83.
Tað er reystur Regin smiður,
mælir so fyri sær:
„Kvittar tú á Glitraheiði,
lat meg fylgja tær.“
84.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
skortar hann ei eyð,
hann reið seg í randargný,
hann hevndi sín faðirs deyð.
85.
Hann reið seg í randargný,
vælkomin aftur úr teirri,
síðan aftur úr ríkinum
hann kvittar á Glitraheiði.
86.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
reið fram yvir skeið,
møtir hann einum gomlum manni
setast niður á leið.
87.
Ein kom maður á víðan vøll fram,
eingin ið hann kendi,
eittans eyga í heysi bar,
ein finskan boga í hendi.
88.
Ein kom maður á víðan vøll fram,
eyga hevði sum bolli,
eittans hár á hesum dára,
toppur á miðjum kolli.
89.
Ein kom maður á víðan vøll fram,
vá við eggjateini,
eittans eyga í heysi ber,
og knepta brók á beini.
90.
“Hoyr tú, snari Sjúrður,
tú ert so rask ein mann,
hvar stendur tín ferðin,
og hvar ríður tú fram?”
91.
”Fyrst reið eg í randargný
Hundins synir at vinna,
nú lystir meg á Glitraheiði,
tað fýsir meg minna.
92.
Eg reið meg í randargný,
væl komin aftur úr teirri,
síðan aftur úr ríkinum
eg kvitti á Glitraheiði.”
93.
"Hvør hevur biðið teg, Sjúrður
grivið tær gravir tvær?
Deyðan hevur sami maður
ætlað tær."
94.
„Regin, ormsins bróðir,
hann mær ráðini ger,
tí hann er mín vinmaður
í hesari ferð."
95.
“Drekk tú, Regin smiður,
spar ei sjálvan teg,
hann er tann versti svikari,
og svíkja vil hann teg.
96.
Hann er tann versti svikari,
og svíkja vil hann teg,
tí hann hevur svikið
í váknagerð.
97.
Tí hann hevur svikið
í váknagerð,
hoyr tú, snari Sjúrður,
samlíkt ger hann við teg.
98.
Grav tú enn ta triðju,
grav hana her íhjá,
hoyr tú, snari Sjúrður,
ei her inni stá.
99.
Grav tú enn ta fjórðu,
grav hana skamt ífrá,
ein mun av eitrinum
tað lívir hon tær tá.
100.
Tríati alin er fossurin,
ið ormurin undir liggur,
uppi standa høvur og sporl,
og bukt á homrum liggur.
101.
Uppi standa høvur og sporl,
bukt á homrum lá.
“Hvør er hann so hugdjarvur,
ið vega hann torir tá?”’
102.
“Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjerdi,
hon var hans kona.
103.
Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjerdi,
hon bar meg í heim.”
104.
Tað er Sjúrður Sigmundarson,
ríður á heiði Glitra,
hann vil vera kempuførur,
ið møtir hans brandi bitra.
105.
Ormurin liggur á gullinum,
ger so stórt eitt skrík,
Sjúrður situr á Grana baki,
hann býr sítt svørðið til.
106.
Ormurin liggur á gullinum,
frá man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana baki,
hann býr seg til at stríða.
107.
Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
tað var mikið undur,
tá skalv bæði leyv og lund,
hann kleyv hann um miðju sundur.
108.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv henda frænarorm
sundur í luti tvá.
109.
Sjúrður stokti hjartað,
tað var virðin trang,
tríati alin var tann
teinurin lang.
110.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
brá fingrar upp í munn,
fuglar og so villini djúr
tey vórðu honum kunn.
111.
Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sótu í eik:
”Sjálvur mást tú, Sjúrður,
eta tína steik.”
112.
Sjúrður stokti hjartað,
av teini dró,
Regin legðist at drekka
ormsins blóð.
113.
Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Regin smið
sundur í luti tvá.
114.
Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
bindur upp á Grana bak
gullkisturnar tólv.
115.
Bindur upp á Grana bak,
so er mær frásagt,
tólv gullkistur
hvørjumegin klakk.
116.
Tólv gullkistur
hvørjumegin tá,
síðan setst hann Sjúrður
at ríða omaná.
117.
Síðan setst hann Sjúrður
at ríða omaná,
hann sprakk yvir Lindarnar,
og reiður var hann tá.
118.
Grani rendi, heiðin kendi,
honum var leiðin kunn,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir ein kaldan runn.
119.
Sjúrður svav í teirri nátt
undir ein kaldan runn,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann gisti í Hólmgørðum.
120.
Sjúrður klæðist í Hólmgørðum
eina morgun snimma,
hon fylgdi honum so langt á leið,
mangir grátir renna.
121.
Sjúrður reið á markir út,
ei hans móðir visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir.
122.
So gongur hann Grani
eftir víðan sand,
tílíkur kemur eingin aftur
á Buðla kongsins land.
123.
So gongur hann Grani
eftir víðan vøll,
tílíkur kemur eingin aftur
á Buðla kongsins høll.
124.
Tað var hin ungi Sjúrður,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Regin smið
sundir í luti tvá.
125.
Mikið mundi Sjúrður
gullið eignast tá,
tí at hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
126.
Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
hann bindur upp á Grana bak
gullkistur tólv.
127.
Tólv gullkistur legði hann
hvørjuminni klakk,
sjálvur settist hann omaná,
so er mær frásagt.
128.
Síðan settist Sjúrður
at ríða omaná,
Grani sprakk um lyngheiðir,
og reiður var hann tá.
129.
Hesturin rennur í oyðimørk,
leiðin var honum ei kunnig,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir so køldum runni.
130.
So treður hann Grani
grót rætt sum vøll,
tílíkur kemur eingin aftur
í ríka kongsins høll.
131.
Nú skal lætta ljóðið av,
eg kvøði ei longur á sinni,
so skal taka upp annan tátt,
og víðari leggja í minni.
Kelda
rætta- CCF nr. I
- TSB nr. E 51
- Úr kvæðasavninum hjá Napoleon Nolsøe 1840
- tjatsi.fo