Sjóvarmoy
Risin kjósaði sær eitt vív
— grimt var á at líta:
ývið hövur og langa nös
og stóran eygnahvíta.
Livdu saman í fleiri ár,
áttu dóttur væna,
skírdu hana Sjóvarmoy,
hon settist út at tæna.
Klæddist hon í klæðir
og mest í skarlak reyða,
tæna skuldi hon drotti ríka
trúliga til sín deyða.
Tænti hon honum leingi,
ei fölnaði hennar búni,
hugnaði drotti við harpuslátt
og ráddi honum rúnir.
Kom tá stríð í drottins land,
svörð á skjöldum smeldi,
risans sonur sigur vann
og drottin sjálvan feldi.
Dunið hoyrdi Sjóvarmoy,
so sárliga hon græt,
sviða mundi í hjarta kenna,
tá ið drottur lívið læt.
Risans sonur svörði brá,
mót Sjóvarmoy sær vendi,
snöggliga svörðið gleið úr hond,
so gjörliga hann hana kendi.
Hann treiv um hennar skarlaksbúnað
og hann í lepar sleit;
hann tók so hennar rúnarharpu
og hana í smyldur breyt.
Harpuna kastaði hann á völl
skarlaksbúnaði hjá;
Sjóvarmoy tað saman bant
og bar í loynivrá.
Sat hon leingi sorgarbundin,
hárið tók at grána;
treytir vóru á hana lagdar
størri enn hennar vánir.
Stúrandi sat hon á grúgvusteini,
súr við litlum tokka,
hugsaði um ta ljósu tíð,
hon kundi við harpu lokka.
Skarlaksbúnað og rúnarharpu
hevði hon enn ei gloymt,
smoygdi sær stundum í skotið inn,
har sum alt var goymt.
Sum hon rætti fram ljósu hond,
um skarlaksbúnað treiv,
hon sá ein dagin gjörliga,
hann aftur heilur bleiv.
Hon harpustykkini saman bant
við sínum fingrum smáum,
og ung bleiv væna Sjóvarmoy
av dýrgripunum báðum.
Treyst situr unga Sjóvarmoy
í skarlaksbúnaði prúða,
fró hon heldur harpu í hond
og leikar av fullum huga.
Lýðið á tann harpuslátt,
moyar og so kllar,
fornan arv tit goymið væl
innan og utan hallar.