Smíl alt tað burtur við góðum treyst

Av Rasmus Christoffer Effersøe. Yrkt 1894.

Smíl alt tað burtur við góðum treyst,
sum hjartað vil tyngja og bága:
tí ribbingsvár gevur gyltast heyst,
um Harran tú letur ráða.
Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.

Legg altíð sorgina aftur um bak,
strúk fróur og lættur frá harmi,
men hóvliga lukkuna til tín tak
og goym hana leingi í barmi.
Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.

Um myrkrið vil stjala makt og mót
og føra fram ljótar dreymar,
lat sól og blómur tær bera bót,
til gleðin í æðrum streymar.
Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.

Lat grátin verða sum náttardøgg,
so lívgar mest sólarmegi,
unga rósan í tornum so snøgg
tá spreingir sveipið við degi.
Harmur og sorg burt dusast av rósum reyðum.

Keldur rætta