Við Kaspiska havið
Av Jóan Petur uppi í Trøð. Úr Føringatíðindi, nr. 11, 1894.
Við Kaspiska havið, á flötunum har
fram undan Kavkasus fjöllum,
búði hann Óðin, Asahövdingur,
vísastur maður av öllum.
Hann setti tann kvistin,
sum útrann á Norðanlands grundum.
Fluttí hann har úr landinum burt
við fólkinum og síni frú,
og tá íð tey komu í Svearíki,
í Uppsali reistu tey búð.
Tá nördist tann kvistur, ....
Dreingir har nördust sum furan í líð;
teir kundu á leikum renna.
Enn bregur í ætt tað Svenska fólkið
til snildur og listur at kenna.
So nördist tann kvistur,
og væl útrann ....
Av Oðin sjálvum og hansara ætt
er Normannarótin útrunnin;
hon breiddi seg vestur á Förja land,
her tógvin grein verður funnin.
Her trívist tann kvistur,
sum útrann av Norrönum runni.
Teir ferðamenn ferðast av Nörríkis landi
og fördu sær vinning i Havn,
teir sjógarpar söktu til oyggjarnar her;
av teimum fingu Föringar navn.
Her festist tann kvistur, ....
Enn alast upp menn í hesum landi
við Normanna blóði í árum,
so fríðir teir fara í fjöll og berg
og stríðast á söltum bárum.
Enn livur tann kvistur, ....
Prís verði sjeynda kong Fríðriks minni,
hann fólkinum fríheit gav;
nú kann hvör reisast á fötur, sum fyrr
í trælamyrkrinum svav.
Nú blómar tann kvistur, ....
Her fedrarnir stóðu, her standa vit enn,
her girður tað sama havið,
á sama himli tann sama sól
hvönn morgum rennur úr kavi.
Enn blómar tann kvistur, ....
Her kunna vit síggja um morgunntíð,
hvar sólin kennur úr kavi;
hon tankarnar dregur til okkara bröður,
sum búgva fyri eystan havið.
So blómar tann kvistur, ....
Vit fedrarnar minnast og málið minnast,
vit samlast sum syskin her
og gleða hvönn annan, sum vit kunna best,
í hesu vinarlags ferð.
So blómar tánn kvistur, ....
Lýða vít gud og lóg og rætt,
og dyrka vít visdóms ánd,
tá birtist hjá Föringum ljósari tíð
at skína frá strond til strond,
Tá blómar tann kvistur,
her útrann av Norrönum runni.